- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nón

Erika Fatland er fødd í 1983, og hon er rithøvundur og útbúgvin sosialantropologur ella mannfrøðingur.
Hon hevur skrivað fleiri bøkur, teirra millum "Foreldrekrigen", ið er ein humoristisk barnabók; "Englebyen - Fortellinger fra Beslam", ið snýr seg um harðrendu yvirgangsatsóknina í Beslam í Norður Kaukasus í september 2004; og "Året uten sommer", sum er skrivað í kjarlarvørrinum av yvirgangsatsóknunum í Oslo og á Utøya á sumri 2011.
Harumframt hevur hon skrivað bókina "Markið - Ein ferð kring Russland", sum Pauli Nielsen júst hevur umsett til føroyskt.
Í hesari samrøðuni skifta vit orð við Eriku Fatland um eitt nú hesa bókina, eins og vit eisini nema við høgravíðgongdu yvirgangsatsóknina í Oslo og á Utøya í juli mánað 2011.
Tú kanst hoyra samrøðuna her!
