Norðurljóð

Norðurljóð: James Yorkston um Songs for Nina and Johanna
17-09-2025
Samrøða við skotska James Yorkston, um Songs for Nina and Johanna. Sangarar á útgávuni eru svensku tónlistakvinnurnar Nina Persson og Johanna Söderberg

Skotski fjøllistamaðurin James Yorkston hevur seinastu árini samstarva við svenskar tónleikar og tríggjar tær nýggjstu útgávur hansara The Wide, Wide River, The Great White Sea Eagle og Songs for Nina and Johanna, eru allar innspældar í Svøríki, saman við svenskum tónleikarum.

Tann nýggjasta Songs for Nina and Johanna var tøk tann 22 august og sum heitið sigur, so eru sangirnir skrivaðir til tvær av fremstu svensku tónlistakvinnunum í løtuni Ninu Persson, oddakvinnunua í The Cardigans og Johonna Söderberg, sum saman við systir síni Kláru mannar vælumtóktu duoina First Aid Kit.

Í samband við at Yorkston letur úr hondum 12 útgávu sína, hava vit fingið eitt prát við hann um Songs for Nina and Johanna. 

Vit koma inn á svenska samstarvi,  um Ninu og Johannu sum sangarar, um innspælingina, sum var gjørd í Studio Rymden í Stockholm saman við  The Second Hand Orchestra og framleiðarnum Daniel Bengtson. Vit viðgera eisini  lagskriving, íblástur og spæla eisini flestu løgini av útgávuni

Ragnar A. Jacobsen leggur til rættis.

 

Norðurljóð

Norðurljóð er sending, har nýggjur norðurlendskur tónleikur er í fokus. Hvørja viku lodda vit dýpið hvat fyriferst á norðurlendska tónleikapallinum og sjáldan er tónleikurin í sendingini meir ein eina viku gamal.

Stóru norðurlendsku málini skulu hoyrast hvørja ferð. Tónleikurin skal í høvuðsheitum ikki verða meira enn nakrar vikur gamal og eru nakrar føroyskar relatiónir, ongantíð betur.

Samrøða við Kasper Kaae & Line Felding
29-09-2025
Samrøða við Jimmy Jørgensen, oddamannin í danska bólkinum Hotel Hunger, um nýggju útgávu teirra No Means No
22-09-2025
Samrøða við skotska James Yorkston, um Songs for Nina and Johanna. Sangarar á útgávuni eru svensku tónlistakvinnurnar Nina Persson og Johanna Söderberg
17-09-2025
Samrøða við norsku tónlistakvinnuna Theu & The Wild um nýggju útgávu hennara Truck Sized Asteroid
08-09-2025
Samrøða við svensku Onnu Kruse, um samband hennara við rithøvundan Edith Södergran og um Føroyaferð hennara
12-05-2025
Samrøða við svensku Rigmor Gustafsson, um nýggju útgávu hennara På svenska
05-05-2025
Samrøða við Peter Sommer um nýggju útgávu hansara Verdens Volume
28-04-2025
Samrøða við norska Erik Hillestad, sum saman við Carolu Häggkvist hevur skriva passiónspælið "Via Dolorosa - Maria Magdalenas kärlek"
20-04-2025
Samrøða við svensku Lisu Nilsson, um nýggju útgávu hennara Uteblivna Vi
24-03-2025
Samrøða við norska sangaran Marius Samuelsen, sum møguleiki verður at uppliva her í Føroyum um stutta tíð.
03-03-2025
Samrøða við norska sangaran Sigvart Dagsland, sum um stutta tíð kemur til Føroya
17-02-2025
Samrøða við norska Sivert Høyem, um nýggju útgávu hansara Dancing Headlights
10-02-2025