Norðurljóð

Norðurljóð: James Yorkston um Songs for Nina and Johanna
17-09-2025
Samrøða við skotska James Yorkston, um Songs for Nina and Johanna. Sangarar á útgávuni eru svensku tónlistakvinnurnar Nina Persson og Johanna Söderberg

Skotski fjøllistamaðurin James Yorkston hevur seinastu árini samstarva við svenskar tónleikar og tríggjar tær nýggjstu útgávur hansara The Wide, Wide River, The Great White Sea Eagle og Songs for Nina and Johanna, eru allar innspældar í Svøríki, saman við svenskum tónleikarum.

Tann nýggjasta Songs for Nina and Johanna var tøk tann 22 august og sum heitið sigur, so eru sangirnir skrivaðir til tvær av fremstu svensku tónlistakvinnunum í løtuni Ninu Persson, oddakvinnunua í The Cardigans og Johonna Söderberg, sum saman við systir síni Kláru mannar vælumtóktu duoina First Aid Kit.

Í samband við at Yorkston letur úr hondum 12 útgávu sína, hava vit fingið eitt prát við hann um Songs for Nina and Johanna. 

Vit koma inn á svenska samstarvi,  um Ninu og Johannu sum sangarar, um innspælingina, sum var gjørd í Studio Rymden í Stockholm saman við  The Second Hand Orchestra og framleiðarnum Daniel Bengtson. Vit viðgera eisini  lagskriving, íblástur og spæla eisini flestu løgini av útgávuni

Ragnar A. Jacobsen leggur til rættis.

 

Norðurljóð

Norðurljóð er sending, har nýggjur norðurlendskur tónleikur er í fokus. Hvørja viku lodda vit dýpið hvat fyriferst á norðurlendska tónleikapallinum og sjáldan er tónleikurin í sendingini meir ein eina viku gamal.

Stóru norðurlendsku málini skulu hoyrast hvørja ferð. Tónleikurin skal í høvuðsheitum ikki verða meira enn nakrar vikur gamal og eru nakrar føroyskar relatiónir, ongantíð betur.

Samrøða við Benny Andersson um Alla kan dansa, nýggju útgávuna hjá Benny Anderssons Orkester
21-10-2024
Vit spæa trý løg úr fimm norðurlenskum útgávum.
30-09-2024
Vit hoyra millum annað nýtt frá norsku Kari Bremnes, donsku Barselona, grønlenska Frederik Elsner og svenska bólkinum Benny Anderssons Orkester
30-09-2024
Samrøða við samisku Mari Boine, um nýggju útgávu hennara Alva
16-09-2024
Ein sersending við svenskmæltum tónleiki burturav. Vit hoyra millum annað Melissu Horn, Tomas Ledin, Lisu Ekdahl og Seinabo Sey
10-09-2024
Í fystu sending eftir summarsteðgin hoyra vit millum annað danska Sebastian, íslenska Bubba Morthens, samisku Mari Boine og svensku Johnossi
10-09-2024
Vit spæla millum annað nýtt við íslensku BRÍET, svensku Melissu Horn, samisku Mari Boine og norsku Gabrielle
10-06-2024
Vit hyra millum annað nýtt frá svensku Johnossi, donsku Hymns from Nineveh og norsku Marit Larsen
03-06-2024
Vit hoyra millum annað nýtt frá norska Moddi, svenska Bo Sundström og íslenska Svavar Knúti
27-05-2024
Vit spæla úr nýggjum norðurlenskum útgávum.Svensk songleikinum Änglagård, nýggju útgávuni hjá norska bólkinum Ljom og fagnaðarútgávuni Vals i april-Sånger av Olle Adolphson
21-05-2024
Vit hoyra millum annað nýtt frá íslensku Emilíana Torrini, donsku Carpark North, finska Isac Elliot og norska Aden Foyer
13-05-2024
Vit hoyra millum annað nýtt við íslenska Bubba Morthens, donsku The William Blakes og svensku Movits!
06-05-2024