Nýggjársgesturin

Nýggjársgesturin 2024: Steinar Eirikstoft
01-01-2024
Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi

Tað stóð nógv á sjúkrahúsverkinum, tá ið tað varð rakt av verkfalli í útvið sjey vikur. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði arbeiði niður, og støðan broyttist javnan við stuttari freist.

Eisini í aðrar mátar hava stórar avbjóðingar verið seinastu árini, eitt nú við eini koronufarsótt og einum toppmodernaðum H-bygningi, sum gjørdist væl dýrari enn nakar hevði væntað. Og samstundis skulu tey trý sjúkrahúsini fáast at virka sum ein heild, øllum at gagni.

Heilsuverkið er kanska okkara týdningarmesti stovnur í vælferðarsamfelagnum; tí verður tað javnan endavent á politiska pallinum, og innanhýsis eru sterkir fakbólkar við avgjørdum meiningum.

Mitt í hesum meldrinum stendur sjúkrahússtjórin, sum á fimta ári eitur Steinar Eirikstoft. Hann er bæði forstjóri fyri samlaða sjúkrahúsverkið og stjóri á Landssjúkrahúsinum, og hann hevur tilsamans eini 1400 fólk undir sær.

Steinar Eirikstoft er ársins nýggjársgestur. Vit tosa um bakgrund, avbjóðingar og framtíðarvánir.

 

 

Nýggjársgesturin

Vit hitta nýggjársgestin til eitt prát um árið, ið fór. 

Niels Juel Arge, ið noyddist frá sum stjóri á Strandferðsluni í 2025, var nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi
01-01-2026
Jenny Petersen gevst nú sum stjóri á Tjóðpalli eftir 20 ár bæði í gaman og álvara
23-12-2024
Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi
01-01-2024
Jógvan á Lakjuni, ið fór frá sum løgtingsformaður og gavst sum politikari í 2022, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen
01-01-2023
Annika Schandorffsdóttir Vang, ið gjørdist ein ímynd av orðinum sammóðir, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen
01-01-2022
Debes Hammershaimb Christiansen, sum verður sagdur at hava bjargað Føroyum í fyrstu koronubylgjuni, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen
01-01-2021
Elmar Ósá, sum í 2019 av sínum eintingum savnaði inn 600.000 krónur til børn við autismu, var nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á árins fyrsta degi
01-01-2020
Henrik Old, ið legði frá sær sum landsstýrismaður í 2018, var nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi
04-01-2019
Nýggjársgesturin 2017 er forkvinnan í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Óluva í Gong
01-01-2018
Virkisfúsur, bráður og ráðaríkur - men eisini fólksligur og óvanliga væl umtóktur. Heðin Mortensen er ársins nýggjársgestur
01-12-2017
Bogi Hansen, ein av teimum fremstu havgranskarunum, er gestur hjá Dagmar Joensen-Næs
05-01-2016
Súsanna Danielsen, fyrrverandi stjóri í Løgtinginum í 25 ár, er gestur hjá Dagmar Joensen-Næs
03-01-2015