Nýggjársgesturin

Nýggjársgesturin 2024: Steinar Eirikstoft
01-01-2024
Steinar Eirikstoft, forstjóri í sjúkrahúsverkinum, er nýggjársgestur hjá Inga Rasmussen á ársins fyrsta degi

Tað stóð nógv á sjúkrahúsverkinum, tá ið tað varð rakt av verkfalli í útvið sjey vikur. Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar legði arbeiði niður, og støðan broyttist javnan við stuttari freist.

Eisini í aðrar mátar hava stórar avbjóðingar verið seinastu árini, eitt nú við eini koronufarsótt og einum toppmodernaðum H-bygningi, sum gjørdist væl dýrari enn nakar hevði væntað. Og samstundis skulu tey trý sjúkrahúsini fáast at virka sum ein heild, øllum at gagni.

Heilsuverkið er kanska okkara týdningarmesti stovnur í vælferðarsamfelagnum; tí verður tað javnan endavent á politiska pallinum, og innanhýsis eru sterkir fakbólkar við avgjørdum meiningum.

Mitt í hesum meldrinum stendur sjúkrahússtjórin, sum á fimta ári eitur Steinar Eirikstoft. Hann er bæði forstjóri fyri samlaða sjúkrahúsverkið og stjóri á Landssjúkrahúsinum, og hann hevur tilsamans eini 1400 fólk undir sær.

Steinar Eirikstoft er ársins nýggjársgestur. Vit tosa um bakgrund, avbjóðingar og framtíðarvánir.

 

 

Nýggjársgesturin

Vit hitta nýggjársgestin til eitt prát um árið, ið fór. 

Óluva Zachariasen hittir Magna Arge fyrrverandi stjóra í Atlantic Airways
01-01-2014
Stjórin á Almannastovuni seinastu 12 árini, Petra Johnsdóttir Joensen, er nýggjársgestur 2013, har hon lýtur aftur á árið 2012
31-12-2012
Eftir tilsamans 33 ár í politikki hevur Hergeir Nielsen lagt tingklokkuna frá sær og sagt politiska lívinum farvæl
01-01-2012
Hon hevur lagt landið lamið oftari ein kavarok og ódnarverður, og oftari enn streymslit. Ingeborg Vinther er nýggjárgestur hjá Høgna Djurhuus
01-01-2011
Í nógv ár hevur hann stríðst fyri fiskastovnarnar undir Føroyum, og fyri at vinna føroyingum fiskirættindi. Hjalti í Jákupsstovu er nýggjársgesturin hjá Dagmar Joensen-Næs
01-01-2010
Hóast illa sjúk hevur hon við treiskni og árræði vunnið fólki við breki betri sømdir. Leila Solmunde er nýggjársgesturin
01-01-2009
  •