Nýggjársgesturin

Nýggjársgesturin 2025: Jenny Petersen
23-12-2024
Jenny Petersen gevst nú sum stjóri á Tjóðpalli eftir 20 ár bæði í gaman og álvara

- Tað er ótrúligt, hvussu nógv fólk venda sær til tín, tá ið slíkt er. Eisini fólk, tú ikki kennir. Tað er kanska tað góða í einum lítlum samfelag, men eg vildi heldur verið alt hitt fyriuttan.

Jenny Petersen hevur verið stjóri í Tjóðpalli Føroya í samfull 20 ár. Nú takkar hon fyri seg, og nýggjur stjóri tekur við tann 1. februar. Fýra ferðir eru hon vald aftur í tíðaravmarkaða starvið, sum hevur verið fimm ár í senn.

Hetta síðsta skeiðið hevur verið merkt av rumbli, tí ein listafylking boykottaði Tjóðpallin, og tey noktaðu at leika, so leingi Jenny Petersen var stjóri.

- Eg eri sjálvandi og særd, og tað hevur verið hart, men eg er komin forbí tað, tí eg føli, at so nógv hava stuðlað.

Jenny er komin víðari, men spurningurin er, um leiklistin er komin víðari.

- Vit hava eitt hús, sum skal byggjast, og eg trúgvi ikki, at slík ting byggja upp undir álitið at byggja eitt slíkt hús, so sjálvandi vóni eg, at leiklistin er komin víðari, sigur Jenny.

Í prátinum nýggjársdag verður komið inn á lívsleiðina og starvsleiðina hjá Jenny Petersen.

Jenny Christina Petersen hevur sama fornavn sum omman og mamman, og tey vuksu trý ættarlið upp undir somu lon. Sjónleikurin kom inn í hennara lív, longu tá hon var heilt ung, og hóast hon byrjaði at læra til grannskoðara, so gjørdist leiklistin hennara lívsstarv, bæði í Føroyum og Noregi.

Hoyr samrøðuna við Jenny Petersen, sum var nýggjársgestur ársins fyrsta dag í 2025.

Nýggjársgesturin

Vit hitta nýggjársgestin til eitt prát um árið, ið fór. 

Óluva Zachariasen hittir Magna Arge fyrrverandi stjóra í Atlantic Airways
01-01-2014
Stjórin á Almannastovuni seinastu 12 árini, Petra Johnsdóttir Joensen, er nýggjársgestur 2013, har hon lýtur aftur á árið 2012
31-12-2012
Eftir tilsamans 33 ár í politikki hevur Hergeir Nielsen lagt tingklokkuna frá sær og sagt politiska lívinum farvæl
01-01-2012
Hon hevur lagt landið lamið oftari ein kavarok og ódnarverður, og oftari enn streymslit. Ingeborg Vinther er nýggjárgestur hjá Høgna Djurhuus
01-01-2011
Í nógv ár hevur hann stríðst fyri fiskastovnarnar undir Føroyum, og fyri at vinna føroyingum fiskirættindi. Hjalti í Jákupsstovu er nýggjársgesturin hjá Dagmar Joensen-Næs
01-01-2010
Hóast illa sjúk hevur hon við treiskni og árræði vunnið fólki við breki betri sømdir. Leila Solmunde er nýggjársgesturin
01-01-2009
  •