- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orðaval

Orðaval #09 - indoeuropeiska málfamiljan
21-01-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur og greinar indoeuropeisku málfamiljuna
Indoeuropeiska málfamiljan er evnið í sendingini, har Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Setrinum er gestur. Øll europeisk mál hoyra til indoeuropeisku málfamiljuna við undantaki av baskiskum, ið er eitt sjálvstøðugt mál, og so finskum, sámiskum, estiskum og ungarskum, ið hoyra til finsk-ugrisku málfamiljuna. Tey iransku málini, serliga persiskt, og mál, ið eru skild við persiskt, eitt nú nøkur indisk mál, eru eisini partur av indoeuropeisku málfamiljuni.

Orðaval
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Gestir í sendingini eru Lena Reinert frá Fróðskaparsetrinum og Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, og evnini eru millum annað talumál og Norðlýsið
28-01-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur og greinar indoeuropeisku málfamiljuna
21-01-2025
Dagfinn Olsen, lærari, og veðurmaðurin Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya eru gestir í sendingini
13-01-2025
Hví brúka vit orðini lítla jólaaftan og Tollaksmessa um 23. desember, og er munur á teimum? Tosað verður eisini við Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, um kirkjumál
23-12-2024
Málsøgan hjá føroyskum og orð, ið hava við eygu og sjón at gera, eru evnini í sendingini, har eisini verður tosað við Sonna Smith, fyrrverandi útvarpsmann
16-12-2024
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um føroyska málið seinastu 150 - 200 árini. Hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu tá?
09-12-2024
Sandra Saxov Lamhauge, ph.d-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, er gestur. Sandra er í holt við eina ph.d um føroyskar dialektir, ella føroysk málføri
25-11-2024
Høvusevnið hesaferð er bendingar, hvussu benda vit hesi ymisku orðini. Gestur er Lena Reinert. Tosað verður eisini við Kára P. um at skriva sangtekstir á føroyskum
18-11-2024
Gestir í sendingini vóru Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen, sum tosaðu um upprunan til føroyska málið og orðið "halga"
11-11-2024
Enskt fær alsamt størri ávirkan á føroyska málið. Dagfinn Olsen og Marið E. Persson eru gestir
04-11-2024