- Tíðindi, mentan og ítróttur
Orðaval

Orðaval #19 - summarmáli og staðarnøvn
14-04-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur, og tosað verður um summarmála og staðarnøvn, og hví summir tíðindavertir siga evropiskt og ikki europeiskt
Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is.

Orðaval
Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.
Dagfinn Olsen er gestur í sendingini, har orð verður skift um rúnir og rúnarsteinar, føroyingasøgu og vistu tit, at bilurin í byrjanin var eitt kvenkynsorð?
13-05-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur, og tosað verður um summarmála og staðarnøvn, og hví summir tíðindavertir siga evropiskt og ikki europeiskt
14-04-2025
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um Móðurmálsdagin í seinastu viku, um V.U. Hammershaimb, um bendingar o.a.
31-03-2025
Tosað verður við Edny Poulsen, sernámsfrøðiligur ráðgevi á Sernámi, um teknmál, og so svarar Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya spurningi frá lurtara um orðið hektopaskal
24-03-2025
Føroyska málið hevur verið miðsavnandi í øllum yrkisleiðunum hjá Steintór Rasmussern, ið er sangari, sangskrivari, yrkjari, rithøvundur og eisini lærari
17-03-2025
Lena Reinert, ið starvast á føroyamálsdeildini, er gestur í sendingini, har tosað verður millum annað um, at ganga grýla, um orðið Brita, og týðningin av tí, og um staðarnøvn
03-03-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini greiðir millum annað frá um grammatisk føll, og hvussu Føroyar og Ísland hava verðveitt síni føll.
24-02-2025
Dagfinn greiðir frá um tað málsøguliga, og um Áarstovu brøðurnar, ið báðir vóru stór skøld. Marna Jacobsen, týðari, greiðir frá um arbeiði at týða
17-02-2025
Lassen Isaksen, dómaraleiðari í FSF, greiðir frá um føroyskt mál í fótbóltslógini, og Liége Dimon úr Brasil tosar um at flyta málsliga til Føroya
10-02-2025
Gestir í sendingini eru Lena Reinert frá Fróðskaparsetrinum og Jóhann Lützen, stjóri á Norðlýsinum, og evnini eru millum annað talumál og Norðlýsið
28-01-2025
Bjarni Steintún frá Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya er gestur og greinar indoeuropeisku málfamiljuna
21-01-2025
Dagfinn Olsen, lærari, og veðurmaðurin Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya eru gestir í sendingini
13-01-2025