Orðaval

Orðaval #19: Summarmáli og staðarnøvn
14-04-2025
Lena Reinert frá Føroyamálsdeildini er gestur, og tosað verður um summarmála og staðarnøvn, og hví summir tíðindavertir siga evropiskt og ikki europeiskt

Í sendingini hesaferð, var Lena Reinert, sum starvast á føroyamálsdeildini gestur. Vit tosaðu um summarmála, og um staðarnøvn, og vit viðgjørdu spurning frá lurtara um hettar, at summir tíðindavertir í útvarpinum kalla europeiskt fyri evropiskt og nevna f-o fyri fo, n-o fyri no og i-s fyri is.

Orðaval

Orðaval er sending, ið viðger føroyskt mál á ymiskan hátt. Skiftandi málkøn fólk gera sendingina saman við vertinum. Øssur Egholm leggur til rættis.

Dagfinn Olsen, lærari, og veðurmaðurin Hanus Kjølbro frá Veðurstovu Føroya eru gestir í sendingini
13-01-2025
Hví brúka vit orðini lítla jólaaftan og Tollaksmessa um 23. desember, og er munur á teimum? Tosað verður eisini við Bergtór Hjelm Bjarkhamar, prest, um kirkjumál
23-12-2024
Málsøgan hjá føroyskum og orð, ið hava við eygu og sjón at gera, eru evnini í sendingini, har eisini verður tosað við Sonna Smith, fyrrverandi útvarpsmann
16-12-2024
Dagfinn Olsen, lærari, er gestur, har tosað verður um føroyska málið seinastu 150 - 200 árini. Hvat var tað fyri eitt mál, ið føroyingar tosaðu tá?
09-12-2024
Sandra Saxov Lamhauge, ph.d-lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, er gestur. Sandra er í holt við eina ph.d um føroyskar dialektir, ella føroysk málføri
25-11-2024
Høvusevnið hesaferð er bendingar, hvussu benda vit hesi ymisku orðini. Gestur er Lena Reinert. Tosað verður eisini við Kára P. um at skriva sangtekstir á føroyskum
18-11-2024
Gestir í sendingini vóru Bjarni Steintún og Helgi Abrahamsen, sum tosaðu um upprunan til føroyska málið og orðið "halga"
11-11-2024
Enskt fær alsamt størri ávirkan á føroyska málið. Gestir eru Dagfinn Olsen og Marið E. Persson
04-11-2024
  •