Plátubarrin

TEMA 30: 'Automatic For The People', R.E.M., 1992
19-11-2022
Talan er um ta áttandu útgávuna hjá amerikanska bólkinum, R.E.M., og kanska eisini ta bestu. Mest spældu løgini í Føroyum eru 'Everybody Hurts' og 'Man On The Moon'.

Útgávan var 30 ár tann 5. oktober 2022. R.E.M. gongur fyri at vera ein alternativur rokkbólkur, men talan er ikki um eina harða plátu. Á hesi útgávu er manningin rættiliga søkjandi og løgini eru oftast stemningsrík og vøkur. Til dømis hevur 'Nightswimming' lagið fingið nógv góð skotsmál, bæði í Føroyum og uttanlands.


'Automatic For The People' í 1992 og 'Out Of Time' í 1991 hava áleið sama sølutalið; 18-19 milliónir eintøk. Sum heildarverk kann 'Out Of Time' kanska ikki javnmetast við 'Automatic For The People', men 'Out Of Time' hevur REMsa størsta klassikara, 'Losing My Religion'. Í 1993 varð 'Losing My Religion' nýtt aftur sum b-síða á eini av Automatic-singlepátunum, men tó í akkustiskari konsertversjón, og tí verður hon eisini spæld í hesum tema-sambandi.


ES: Í sendingini ger Knút Háberg Eysturstein eina stutta lýsing av verkinum.


Plátubarrin 19.11.22

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025
'These Dreams', 'What About Love', 'Never', og 'Nothin' At All' eru a-síður frá hesi úgávu, ið bar sjeytiárabólkin Heart fram í kastiljósið av nýggjum. Eitt stórt come back.
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.
08-02-2025