- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Útgávan var 30 ár tann 5. oktober 2022. R.E.M. gongur fyri at vera ein alternativur rokkbólkur, men talan er ikki um eina harða plátu. Á hesi útgávu er manningin rættiliga søkjandi og løgini eru oftast stemningsrík og vøkur. Til dømis hevur 'Nightswimming' lagið fingið nógv góð skotsmál, bæði í Føroyum og uttanlands.
'Automatic For The People' í 1992 og 'Out Of Time' í 1991 hava áleið sama sølutalið; 18-19 milliónir eintøk. Sum heildarverk kann 'Out Of Time' kanska ikki javnmetast við 'Automatic For The People', men 'Out Of Time' hevur REMsa størsta klassikara, 'Losing My Religion'. Í 1993 varð 'Losing My Religion' nýtt aftur sum b-síða á eini av Automatic-singlepátunum, men tó í akkustiskari konsertversjón, og tí verður hon eisini spæld í hesum tema-sambandi.
ES: Í sendingini ger Knút Háberg Eysturstein eina stutta lýsing av verkinum.
Plátubarrin 19.11.22

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.