Plátubarrin

PLÁTUBARRIN: Táttur til minnis um Christine McVie úr Fleetwood Mac
03-12-2022
Christine McVie doyði tann 30. novembur 2022. Hon var tangentspælarin í enskt-amerikanska bólkinum, Fleetwood Mac, ið eisini sang og skrivaði fleiri av kendastu løgunum.

Í hesum 'Hálvantímatátti' hoyra vit sjey løg, sum hon antin skrivaði einsamøll ella med-komponeraði til útgávur hjá Fleetwood Mac: 'Don't Stop', 'Little Lies', 'Everywhere', 'You Make Lovin' Fun', 'Hold Me', 'Wish You Were Here', og 'Save Me'.


Í stuttum verður greitt frá ymsum í samband við Christine McVie og Fleetwood Mac.

 

Plátubarrin 3. desembur 2022.

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Ein tónleikaligur grýtrættur í 2025 summarskránni hjá útvarpinum. Fjórða sending, sí spæliskrá niðanfyri:
23-06-2025
Ein tónleikaligur grýtrættur í 2025 summarskránni hjá útvarpinum. Triðja sending, sí spæliskrá niðanfyri:
16-06-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025