- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Tann aktuella Temaplátan, 'Out of This World', sum Europe bæði spældi og skrivaði, rakk til 19.plássið á Billboard 200 og heims-sølutalið er 3-4 milliónir seld eintøk. Tískil var hon væl eydnað í so máta, tó hon ikki - sum ongin heldur hevði væntað - kundi livað upp til undirtøkuna av útgávuni frammanundan, 'The Final Countdown', hvørs heitislag og fyrsta a-síða bygdi á eitt riff, sum sangarin, Joey Tempest, hevði komponerað sum 17 ára gamal skúladrongur, sum hevði lánt eitt ljómborð frá skúlafelaga. Europe ætlaði sangin sum byrjanarlag á konsertum og væntaði als ikki, at lagið fór at verða eitt hitt. Framleiðarin tá, Kevin Elson, og plátufelagið Epic, høvdu aðra positiva - og rætta - fatan. 'The Final Countdown' er eisini bólksins eyðkennislag, umframt eitt eyðkenni fyri allan rokk av hesum slag í MTV-fýrsunum.
'Out of This World' albumið reið á alduni frá 'The Final Countdown' brotunum. Hóast tað ikki hevur eitt eins stórt hitt, var 'Superstitious' ein hampiliga stóra landaplága í fleiri londum - og tað lagið verður at hoyra seinni í táttinum. Tríggjar aðrar singleplátur gav Epic út við 'Out of This World' løgum; 'Open Your Heart' varð eins og 'Superstitious' tøk í 1988, meðan 'Let the Good Times Rock' og 'More Than Meets the Eye' fóru í handlarnar í 1989.
ES: 'Open Your Heart' er upprunaversjónin frá 'Wings of Tomorrow' albuminum í 1984.
Plátubarrin 11.2.2023
