- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Undirtøkan bara økist, tá vit eru komin til 1983 og fjórða útgávan, Alle Vore Håb, verður givin út. Tøsedrengene eru væl á veg at verða tann best umtókti poppbólkurin í Danmark - í øllum førum tá talan er um árini frá 1982 til 1985. Tekstliga var ongin broyting farin fram frá 'Tøsedrengene 3' til Alle Vore Håb. Høvuðsevnini vóru framvegis romantikkur, hjartasorg, svik, angur, og ymsar lýsingar av menniskjalyndinum. Tónleikaliga er tað eisini eitt framhald av reggae-poppinum, tó rokkut í støðum.
Henda útgávan, sum tíðliga í 2023 er 40 ár, var tann seinasta við einum av stovnarunum, bassistinum og lagskrivaranum, Klaus Kjellerup, sum í dag er kendur við Danser Med Drenge.
Plátubarrin 25. februar 2023
