- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Talan er um ein rættiliga samansettan poppstíl við rokk- og jazzávirkan. Anker Eli Petersen skrivaði flestu tekstirnar, meðan Terji Rasmussen skrivaði bróðurpartin av løgunum. Upptøkan varð gjørd í Havn í september 1989. Vit hava ikki hagtøl fyri plátusølu í Føroyum, men mett verður, at henda plátan er antin tann mest selda, ella í minsta lagi millum tríggjar tær mest seldu album-útgávurnar her á landi.
Manningin var:
Terji Rasmussen, forsangur
Leivur Thomsen, el-og akkustiskan guitar
Magnus Johannesen, tangentar og kór
Arnold Ludvig, bass
Rógvi á Rógvu, trummur og slagverk
Holger Laumann, saxofonir; tenor- og sopran, og blokkfloytu
og Rúna á Heygum, sangari.
Haraftrat spæla Anders Hagberg sopransaxofon (Kvøld á Tinganesi), og Marteen van der Valk slagverk.
Eg, verturin, vil tilmæla dokumentarin, sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu um hetta verk í 2019: 'Varðar á leiðini: Terjii og Føstufressar' útvarpsdokumentarurin er teldutøkur á:
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar-utvarp?sid=97093
Plátubarrin 11.3.23

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.