Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Terji & Føstufressar', 1990 + eykalag
11-03-2023
Henda útgávan er ein tann mest sjónligi føroyski varðin á tóleikaleið. Nærum øll løgini hava verið spæld nógv síðan 1990, harav tvey dømi eru Ljóðmynd og Kvøld á Tinganesi.

Talan er um ein rættiliga samansettan poppstíl við rokk- og jazzávirkan. Anker Eli Petersen skrivaði flestu tekstirnar, meðan Terji Rasmussen skrivaði bróðurpartin av løgunum. Upptøkan varð gjørd í Havn í september 1989. Vit hava ikki hagtøl fyri plátusølu í Føroyum, men mett verður, at henda plátan er antin tann mest selda, ella í minsta lagi millum tríggjar tær mest seldu album-útgávurnar her á landi.


Manningin var:


Terji Rasmussen, forsangur
Leivur Thomsen, el-og akkustiskan guitar
Magnus Johannesen, tangentar og kór
Arnold Ludvig, bass
Rógvi á Rógvu, trummur og slagverk
Holger Laumann, saxofonir; tenor- og sopran, og blokkfloytu
og Rúna á Heygum, sangari.
Haraftrat spæla Anders Hagberg sopransaxofon (Kvøld á Tinganesi), og Marteen van der Valk slagverk.


Eg, verturin, vil tilmæla dokumentarin, sum Suni Merkistein og Pauli Magnussen gjørdu um hetta verk í 2019: 'Varðar á leiðini: Terjii og Føstufressar' útvarpsdokumentarurin er teldutøkur á:
https://kvf.fo/sending/stakar-sendingar-utvarp?sid=97093


Plátubarrin 11.3.23

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025
'These Dreams', 'What About Love', 'Never', og 'Nothin' At All' eru a-síður frá hesi úgávu, ið bar sjeytiárabólkin Heart fram í kastiljósið av nýggjum. Eitt stórt come back.
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.
08-02-2025
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025