Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Highway To Hell', AC/DC, 1979
22-04-2023
Talan er um tað stóra heimsgjøgnumbrotið hjá AC/DC úr Australia. Heitislagið var tað stóra hittið, meðan 'Night Prowler' elvdi til øsing í samband við deyðsfall í Amerika.

'Higway to Hell' var tann sjeynda albumútgávan hjá hesum bólki í heimlandinum, meðani hon var tann fimta á heimsmarknaðinum. Mest kend er hon fyri góða harðrokkin, og at vera tann seinasta við Bon Scott á forsangi. Øll tíggju løgini á plátuni verða spæld í táttinum.


AllMusic tónleikasíðan metir 'Highway To Hell' at vera tað besta savnið við løgum, sum AC/DC hevur givið út higartil. Har er ongin ivi, heldur AllMusic. Onnur siða, 'Louder Sound', heldur tað sama og gevur útgávuni fýra og eina hálva av fimm stjørnum. Báðir ummælararnir eru eisini samdir um, at heiðurin fyri góða og harða rokkúttrykkið á plátuni partvíst eigur at latast framleiðaranum, Robert 'Mutt' Lange.


Her í 2023 siga tølini, at AC/DC hevur selt fleiri enn 200 milliónir album tilsamans, harav 75 milliónir hava amerikanarar keypt. Okkara Temapláta hevur sambært 'metalcastle.net' sølutalið 23,2 milliónir eintøk, meðan fleiri enn seksti milliónir fólk hava keypt 'Back In Black'. 'Razors Edge' frá 1990 er nummar trý á yvirlitinum yvir mest keyptu AC/DC albumútgávurnar.


Plátubarrin 22.3.23

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025
'These Dreams', 'What About Love', 'Never', og 'Nothin' At All' eru a-síður frá hesi úgávu, ið bar sjeytiárabólkin Heart fram í kastiljósið av nýggjum. Eitt stórt come back.
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.
08-02-2025
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025