Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Night Birds', Shakatak, 1982 + eykaløg og viðmerking
29-04-2023
Hetta er tann best umtókta útgávan hjá enska bólkinum, Shakatak, ið spælir eitt slag av funk-jazz-poppi. Heitislagið á plátuni er eisini bólksins stóri poppklassikari.

Sjey av tilsamans átta løgum á 'Night Birds' heildarútgávuni verða spæld; okkurt er stytt. Men fyri at fáa enn betur innlit í áttatiára Shaktak, lata vit eisini onnur hitt hjá bólkinum ljóða. Umframt eitt rættiliga nýtt lag. Haraftrat viðmerkir guitaristurin, Leivur Thomsen, bólkin Shakatak, ið hann sum partur av Plúmm eisini spældi í áttatiárunum.


Á wikipedia stendur, at Nigel Wright og DJ Kev Roberts stovnaðu Shakatak, og síðani verður lopið fram í tíð. Men við at kanna aðrar heimildir ber til at stykkja søguna betri saman. Kev Roberts var sum DJ heitið sigur ikki ein tónleikari, men ein, ið gjørdi eitt stórt arbeiði fyri at bera soul-tónleikin fram millum bretar. Hann kom í samband við tað, sum skuldi blíva Shakatak, tí hann kendi teirra umboðsmann, Les McCutcheon, skrivar discogs.com. DJ Kev Roberts stovnaði sítt egna plátufelag, Destiny, har hann gav tónleik hjá Shakatak út, ella rættari fleiri nøvnum við Shakatak-tónleikarum, eitt var The Destiny Orchestra og annað var Tracks; Shakatak navnið var jú ikki veruleiki fyrr enn plátuhandilin, London Record Schack, sýndi teimum áhuga og gav íblástur til navnið.


Plátubarrin 29. apríl 2023

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00. Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt. Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin. Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025
Nakrir av størstu klassikarunum hjá Whitney Houston eru at finna á hesum frumalbum frá 1985, ið er selt áleið tað sama sum onnur útgávan, 'Whitney', frá 1987.
15-02-2025
'These Dreams', 'What About Love', 'Never', og 'Nothin' At All' eru a-síður frá hesi úgávu, ið bar sjeytiárabólkin Heart fram í kastiljósið av nýggjum. Eitt stórt come back.
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.
08-02-2025
Ace of Base er triðstørsta navnið í svensku tónleikasøguni. Talan er um ein dub-reggae stíl, sum altjóða poppmarknaðurin í nítiárinum tók sera væl ímóti.
01-02-2025
Tað sjeynda og eisini mest selda albumið hjá Whitesnake. Talan er um tað seinna við John Sykes, sála, á gittarinum. Sera kend løg eru 'Is This Love' og 'Here We Go Again '87.
25-01-2025
Relax, Two Tribes, The Power of Love, eru kendastu løgini frá hesum fyrra Frankie heildarverkinum. Hettar er ein longd netútgáva av táttinum, ið sendur varð í Plátubarrini.
18-01-2025
Á 'Glass Houses' er fyrsta plettskotið hjá Billy Joel í USA, nevniliga 'It's Still Rock and Roll to Me'. Albumið rakk somu hæddum og er ein tann mest selda Billy Joel útgávan.
11-01-2025
Tema er frumplátan hjá norska a-ha; 'Hunting High and Low'. Hon hevur tvey stórhitt, ið vórðu givin út á singleplátu, nevniliga 'Take On Me' og 'The 'Sun Always Shines On Tv'.
04-01-2025
Hans Hjalte Skaale syngur og spælir, Árni Jakobsen yrkti. Vísan varð send í Plátubarrini gamlaárskvøld 2024.
01-01-2025