Plátubarrin

Modern Talking hittini runga í Klaksvík í summar
07-05-2023
Modern Talking sangarin, Thomas Anders, vitjar Summarfestivalin '23. Har fer hann at syngja løg sum 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady'.

Tað verður á Vágsbøi, at Thomas Anders fer at spæla saman við bólki sínum í august í ár. Í 'Hálvantímatáttinum' í Plátubarrini leygarkvøldið 6. mai var ein av fyriskiparunum, Erik Biskopstø, í útvarpsstovuni at avdúka hetta navnið, sum føroyingar hava dansað og murrað nógv til gjøgnum árini.


Umframt 'You're My Heart, You're My Soul', 'Brother Loui', og 'Cheri Cheri Lady', eru onnur kend løg: 'You Can Win If You Want', 'Atlantic is Calling (SOS for love)', 'Geronimo's Cadillac', 'You Are Not Alone', og 'Sexy Sexy Lover'.


Stóra undirtøkan fyri fyrsta hittinum, 'You're My Heart, You're My Soul' í 1985 kom óvart á teir báðar týskararnar í Modern Talking. Lagið rakk til Top 10 í 35 londum, og tá avtornaði var sølutalið fyri singleplátuna átta milliónir eintøk.


Plátubarrin 6. mai 2023 (tann seinasta í vetrarskránni)

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026
'Blackout' var fyrsta útgávan hjá Scorpions við einum stórum hitti; nevniliga 'No One Like You'. Hetta var eisini byrjanin til eina heilt aðra tíð hjá Scorpions. Meira poppur.
14-02-2026
Talan er um einasta album-plettskotið, sum Elton John hevði á heimliga UK Albums Chart í øllum fýrsunum. Afturfyri hevur útgávan so vøkur løg sum 'Sacrifice' og 'Whispers'.
07-02-2026
Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025