- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Bent Out of Shape var sjeynda útgávan hjá Rainbow, áðrenn bólkurin fyribils varð niðurlagdur, tí Deep Purple skuldi endurstovnast. Bassisturin, Roger Glover, ið eins og bólkaleiðarin, Ricthie Blackmore, hevði spælt við Deep Purple, legði til rættis upptøkurnar, ið gjørdar vóru í Sweet Silence Studio í Keypmannahavn í mai og juni 1983. Útgávudagur var 24. august í 1983, men í fleiri londum í september. Í Norðuramerika var úgávufelagið Mercury, meðani tað alla aðrastaðni var Polydor.
Sangari í Rainbow tað tíðarskeiðið var amerikanarin, Joe Lynn Turner, sum eisini hevur trinið føroyskan pall. Hann sang á fýra Raibowútgávunm, Difficult To Cure, Straight Between The Eyes, Bent Out of Shape, og Finyl Vinyl. Men eisini á Slaves and Masters, sum Deep Purple gjørdi seinni, og har Rithcie Blackmore og Roger Glover báðir vóru við.
Seint í sendingini hoyra vit eina viðmerking frá Ronnie Romero, sum higartil er tann seinasti í røðini við Rainbowsangarum. Eisini verður eitt eykalag spælt við Rainbow, har Romero er sangari.
Plátubarrin 28.10.23

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.