- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Við fyrstu albumútgávuni frá árinum fyri hevði Billy Idol longu lagað tann fyrsta av stásiligastu rokkvarðum sínum, tað var við løgum sum 'Hot in the City' og 'White Wedding'. Men Temaplátan Rebel Yell hevur eitt nógv størri sølutal og verður eisini mett at vera eitt betri heildarverk samanborið við áðurnevndu frumplátu. Talan er um stílbland við new wave, skjótum rokki av ymsari styrki, og poppi.
Plátubarrin 4. november 2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.