- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Cyndi Lauper er framvegis ein fyrimynd í sangi, dirvi, og litfagra klædnastílinum. She's So Unusual løgini eru saman við 'True Colors' frá 1986 hennara popptindur.
Seint í sendingini hoyra vit eitt brot frá uppruna-demoini av 'Girls Just Wanna Have Fun', sum Robert Hazard gjørdi. Robert Hazard fekk ongantíð troytt lagið til fulnar sjálvur, men tað megnaði Cyndi Lauper. Tað varð hennara stóra gjøgnumbrot sum poppsangari fyri 40 árum síðan í 1983.
Plátubarrin 11. november 2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.