- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Best umtóktu stakløgini frá Vital Signs vóru: 'The Search is Ove'r, 'High on Yo'u, og 'I Can't Hold Back'. Í hittlistahøpi hevur henda útgávan eina betri søgu enn hitt platin-albumið hjá Survivor, Eye of the Tiger, í 1982.
Vital Signs Temaplátan er eisini eitt slag av minnissending um Jimi Jameson, sum fór frá okkum í 2014, og tí verður lagið frá 1985, 'Burning Heart', spælt sum eitt eykalag. Talan er um næststørsta hittið hjá bólkinum (US nr. 2), bara 'Eye of the Tige'r staklagið (US nr. 1) er keypt meira.
Plátubarrin 18. november 2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.