- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Mitt í nítiárunum var Carlos Santana og pikkaði á dyrnar hjá fleiri plátufeløgum, men flestu teirra hildu hann líkasum vera ov gamlan - vera passé. Í 1995, í samband við ein dokumentarfilm um plátufelagsmannin, Clive Davis, har Carlos eisini segði nøkur orð inn á film, varð Clive Davis aftur aktuellur, eisini tí Santana kendi hittinstinktini hjá Davis, sum hevði hjálpt Santana fram seint í trýssunum.
Carlos, managarin, og advokatur hansara hittu Clive Davis og løgdu fram uppskotið, ið var væl móttikið. Kortini tók tað sína tíð at gera endaligan sáttmála, Clive Davis vildi síggja ella kenna, at Santana hevði eitthvørt nýtt og blómandi at bjóða, eisini á manningarsíðuni. Tað var ikki nógmikið, at Carlos og hinir bjóðaðu okkurt væl avgreitt verk, sum teir kendu seg tryggan við.
Tá Clive Davis hoyrdi Santana spæla í Radio Music City Hall á Manhattan í '97, var hann sannførdur. Bólkurin var eisini heilt nýggjur, undantikið leiðaran, Carlos Humberto Santana Barragán, sum hansara dópsnavn er. Hann var føddur í meksikanska statinum Jalisco í 1947. Og bólkurin Santana kundi gera seg til reiðar at taka 'Supernatural' upp.
Plátubarrin 2.12.2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.