- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Nógv av prátinum er sjálvandi um mannfólk og parløg, tí soleiðis eru hennara tekstir, men eisini verður nomið við evnini børn, heimloysi, og døming í samband við aldur og útsjónd.
Tvær reisir á kvøldinum greiðir Herborg Torkilsdóttir frá og í hvørjum umfari verða eisini sjey av hennara løgum spæld. Í hesum fyrra parti, ið kann hoyrast her, tosa tey millum annað um undrunarverda aldursdøming; um at grasið ikki altíð er grønari aðrastaðni í kærleika; um mun á monnum í Føroyum, og vantandi seriøsitet í parløgum. Eisini sigur Herborg søgur frá spælingum ymsastaðni, eitt nú í samband við sangin, Eg uttan teg, ið hevur ein stuttligan tekst.
Gott nýggjár í Plátubarrin 31.12.2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.