- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Verður tosað um bæði umførini, er nógv av prátinum sjálvandi um mannfólk og parløg, tí soleiðis eru hennara tekstir, men eisini verður nomið við evnini børn, heimloysi, og døming í samband við aldur og útsjónd.
Tvær reisir á kvøldinum greiðir Herborg Torkilsdóttir frá og í hvørjum umfari verða eisini sjey av hennara løgum spæld. Í hesum seinna parti, sum kann hoyrast her, tosa hon og verturin millum annað um góðtøku
av menniskjum, sum tey eru; um heimloysi; um at verja børnini; um at kvinnur mugu sleppa at grenja; um styrkina í parlagi; um javnrætt millum kynini; og um at vinna ein breiðari lurtaraskara.
Eins og í fyrra parti greiðir Herborg Torkilsdóttir haraftrat frá stuttligum viðurskiftum í samband við møttóku og spæling av løgum alment.
Gott nýggjár Í Plátubarrini 31.12.2023

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.