- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Fyrst í síðsta mánað, ið var januar 2024, varð kendasta albumið hjá Van Halen 40 ár. Tí verður tað tikið fram aftur nú við dagføring og viðmerkingum frá rokkgittaristinum, Mikkjali Hvannastein, sum eisini fer at spæla nakrar kendar Van Halen tónar, ið tú kanst gleða teg til.
Haraftrat er henda Temapláta ein heiðran av Eddie Van Halen, guitaristi, sum fór frá okkum í 2020, 65 ára gamal. Í august í fjør (2023) kom sonur Eddie, Wolfgang Van Halen, við endaligum boðunum, at bólkurin Van Halen er ikki til meira.
Plátubarrin 3. februar 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.