- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Queen hevði slept rótleysa elektroniska átakinum í Hot Space í 1982, sum vit lurtarar heldur ikki tímdu. Vit vildu hava Queen sum vit kendu tað aftur, so tær meira discokendu arrangementini vórðu fyri tað mesta goymd til fyrru soloútgávuna hjá Freddie Mercury í '85. Tó er hetta albumið ikki heilt 70?ini aftur, og tað hevði eisini verið løgið. Árið er jú 1984 og ljóðførismenningin gav nýggjar møguleikar í tónleikinum. Á The Works verða synteseisarar nýttur á seks av níggju løgum. The Works er eisini eitt prógv um, at Queen var annað enn Freddie Mercury. Hinir bólkalimirnir skrivaðu meira enn helvtina av løgunum, harav tríggjar av fýra a-síðum (singleplátum).
Temaplátan er 40 ár og 4 dagar.
Plátubarrin 2. mars 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.