- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Talan er um rock and roll og harðrokk. Frammanundan hevði bólkaleiðarin, Tom Scholz, tikið tað mesta av tónleikinum upp í kjallaranum heima og spælt tey flestu ljóðførini sjálvur, tó ikki trummur og forsang. Hann byrjaði síðst í trýssunum at manna ein bólk, sum hann kundi trívast við, men alt riggaði ikki, sum hann ætlaði. Tí vóru tað næstin ongir aðrir tónleikarar enn hann sjálvur, sum spældu við á endaligu upptøkunum, ið gjørdar vóru til fyrstu Boston plátuna.
Tom Scholz hitti sangaran, Brad Delp, í 1970 og teir arbeiddu saman í nógv ár. Á kjallarademoini vóru tað sostatt Tom Scholz og Bred Delp, sum spældu og sungu, umframt trummusláarin, Jim Masdea, men Epic Records vildi ikki góðtaka hann sum trummusláara. Tom Scholz gav seg og tí var tað Sib Hashian, ið spældi endaligu studiotrummurnar, tá frumplátan varð tikin upp. Boston tóktist ikki at funnið sín form, men kortini var útgávan eitt gjøgnumbrot av teimum stóru.
Plátubarrin 23. mars 2024
