- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Valisarin, Shakin' Stevens, gav á fyrsta sinni tónleik út í 1970 og helt fram øll sjeytiárini, men tað var ikki fyrr enn í 1980, at hann byrjaði koma við teimum løgunum, sum vit lurta eftir í Føroyum: Marie Marie, This Ole House, You Drive Me Crazy, Green Door, It's Raining, Oh July, Cry Just a Little Bit, Shirley, Give Me Your Heart Tonight, Hello Jospehine, og onnur. Hann hevur selt 2,5 milliónir album-eintøk. Og so seint sum í 2020 var hann á bretska album Top 10. Taka vit singleplátur, er sølutalið nógv størri, tí hann var tann sum seldi flestar av slagnum á bretska marknaðinum í áttatiárunum.
Her í 2024 er Michael Barratt, sum Shaky veruliga eitur, 76 ár. Hann býr við Thames ánna í Buckinghamshire í Onglandi, men heldur tilknýtið til Wales og føðibýin við líka. Til dømis hevur hann lívslangan limaskap í Cardiff fótbóltsfelagnum.
Hálvantímatátturin í Plátubarrin 07.04.24

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.