- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Í 1984 vóru skorpiónirnar ikki heilt ókendar, til dømis rakk 'Blackout' verkið frá 1982 til nr. 10 á Billboard 200; amerikanska albumhittlistanum. Tað er plátan við 'No One Like You'. Frá '82 bleiv útrykkið heldur mjúkari og tónleikurin tóktist miðja beinleiðis eftir popplistunum. Í 1990 kom 'Crazy World', ið hevur 'Send Me An Angel' og 'Wind Of Change'. Tá bleiv Scorpions av álvara ein bólkur fyri øll.
Sangarin Klaus Meine skrivaði næstan allar tekstirnar til Temaplátuna, 'Love At First Sting', einsamallur, og gittaristurin Rudolf Schenker komponeraði allan tónleikin. Hetta býtið millum sangara og gittarist er væl kent frá øðrum rokkbólkum, har gittaristurin er tónleikaligi heilin og sangarin setir tekstirnar saman....kann nevna Rainbow og Whitesnake. Men bólkastovnarin, Rudolf Schenker, var ikki einasti gittaristurin í Scorpions, tað hevur hann sjáldan verið, og síðan 1978-79 hevði hann býtt gittaruppgávurnar við Mathias Jabs. Mathias Jabs skrivaði ikki tónleik til bólkin, men tað gjørdi undangongumaðurin, Uli Roth, ið fór burturúr í 1978.
Plátubarrin 20. apríl 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











