- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Talan er um fyrstu útgávuna uttan ein av stovnarunum, bassistin og komponistin, Klaus Kjellerup, sum seinni stovnaði Danser Med Drenge. Fyri hann var komin René Szczyrbak at spæla bass. Sigast kann, at í albumhøpi var hetta hæddarpunktið hjá Tøsedrengene. Temaplátan er tann fimta í røðini, meðani tann fyrsta í 1979 kallaðist 'Det går fremad', hvat tað ikki gjørdi fyrr enn við 'Sig du ka' li' mig' lagnum, sum Anne Dorte og Stanley sungu inn til annað albumið í 1981.
Teysudreingirnir vóru í 1984 hesir: Anne Dorte Michelsen, sangur og kór. Maria Bramsen, sangur og kór. Henrik Stanley Møller, sangur, kór, og tangentar. Michael Bruun, gittar og framleiðsla. Aage Hagen, tangentar. René Szczyrbak, bassur og kór. Jan Sivertsen, trummur.
Plátubarrin 13. april 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.