Plátubarrin

PLÁTUBARRIN: Norðkraft bjóðar nýtt rokklag á føroyskum
27-10-2024
Sangarin í Norðkraft, Edmund Jacobsen, sigur frá nýggja lagnum, 'Marianna', og gongdini í bólkinum. Haraftrat hoyra vit sjálvt lagið, sum er lurtaravinarligur rokkur.

Edmund Jacobsen, sangari, og Mikkjal Hvannastein, gittaristur, stovnaðu í 2019 bólkin Norðkraft. Higartil hava teir givið trý løg út og tað fjórða, 'Marianna', verður til taks fyri brúkaran tann 1. november '24. Í hesum sambandi samstarva teir við trummusláara og bassist í Danmark, har Edmund eisini býr.

'Marianna' er bara tað fyrsta av fleiri løgum, sum teir ætla at geva út í næstum. Sostattt kann sigast, at ferð aftur er komið á Norðkraft, sum ikki hevur givið tónleik út síðan 2021. Norðkraft leggur seg eftir at gera føroysktmæltan rokk. Eitt sjónband er gjørt til 'Marianna', ið kann síggjast á Youtube.

Henda útvarpssamrøða við Edmund varð gjørd í Plátubarrini 26.10.2024.

'Marianna":

Orð & lag: Edmund Jacobsen
Lægt til rættis: NorðKraft
Mix & Master: Christoffer Borg

NorðKraft er: 
Mikkjal Hvannastein - guitar
Edmund Jacobsen - sang
Matthew Anyanwu - tremor
Peter Jakobsen - bass

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026