Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 40: 'Perfect Strangers', Deep Purple, 1984
27-10-2024
'Knocking At Your Back Door' og 'Perfect Strangers' eru hittini á hesi come back útgávu hjá Deep Purple Mark II manningini í 1984. Júst Mark II hevði ikki verið saman í 11 ár.

Mark II er eykanavn fyri tað mest vælumtóktu (aðru í røðini) Deep Purple manningina, ið var tann sum gjørdi sjeytiáraútgávurnar 'In Rock', 'Fireball', 'Machine Head', og 'Who Do We Think We Are. Her í 1984 bóru teir sjeytiárini við sær inn í áttatiárini, men teir lagaðu seg eisini eftir tíðarrákinum. Eitt nú vóru teir farnir at nýta synthezisarar.

Plátubarrin 26.10.2024

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025
Back in Black hevur eitt størri sølutal enn 'Dark Side of the Moon' hjá Pink Floyd, ella 'Rumours' hjá Fleetwood Mac. Einans 'Thriller' hjá Michael Jackson er seld oftari.
29-03-2025
Talan er um eina góða poppplátu, tó undirtøkan var heldur lakari enn í samband við ta fyrstu ensktmæltu útgávuna hjá Agnethu Fältskog.
22-03-2025
Eftir at hava vunnið Prix Føroyar kom Moirae bólkurin við fyrru útgávu síni, ið hevur popp- og rokkløg sum 'Tú', 'Eg flýggi til tónleikin', 'Myndugleikin', og 'Rúsevnistoka'.
15-03-2025
Kendastu løgini á hesi frumútgávu eru 'Smooth Operator', "Your Love is King", og "Hang On to Your Love". Talan er um popp og r&b.
08-03-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.
22-02-2025