- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Stormbringer var tann seinna útgávan við sokallaðu Mark III manningini í bólkinum; tann fyrra var Burn frá fyrr á árinum í eisini 1974. Fyri Ian Gillan á sangi og Roger Glover á bassinum vóru David Coverdale og Glenn Hughes komnir. Hesin seinni er, hóast basspælari, haraftrat kendur fyri sína sangrødd og syngur eisini fyri á Stormbringer lagnum, 'Holy Man'. Øll løgini á plátuni verða spæld.
Alment verða stílirnir á plátunini kallaðir harðrokkur, funkrokkur, og bluesrokkur. Funkrokkur var ikki tað mest vanliga hjá Deep Purple og gittaristinum, Ritchie Blackmore, sigst hava dámað tað lítið. Árið eftir í '75 kom Ritchie Blackmore við tí fyrsta Rainbow verkinum, har ein nýggjur framtíðarsangari, Ronnie James Dio, var við. Men 1974 var eisini árið, har annar ókendur sangari varð kendur, nevniliga David Coverdale, sum syngur á hesi Temaplátu, ið er frá 8. november 1974.
Plátubarrin 16.11.2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











