- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Temapláta í Plátubarrini eru 'The Chrismtas Present' frá 2019. Tá hevði Robbie Williams ikki gjørt eitt album síðan 2016; 'The Heavy Entertainment Show', og her á jólum í 2024 hevur hann framvegis ikki gjørt nakra vanliga poppútgávu síðan 2016, tó hevur hann verið partur av elektronisku ætlanini, Lufthaus. Løgini á 'The Christmas Present' eru fyriskipað í orkestur-útsetingum og vanligum popp-arrangementum. Fleiri gestasangarar eru á plátuni; Rod Stewart, Bryan Adams og onnur.
Robbie Williams er ikki er ein gamal jólafjeppari, jólini søgdu honum ikki tað stóra fyrr, men tað er broytt nú. Grundin er konan. Onkur tykkara minnist kanska, at hann í tveimum umførum helt saman við songkvinnum í Spice Girls, men har ímillum var tað eisini ein í All Saints bólkinum, til hann so hitti hesa amerikansku kvinnuna, sum í skrivandi stund er 45 ár, meðani hann er 50. Tey giftust í 2010 og hava fýra børn. Tað er øll hennara jólastákan og hugnin saman henni og fittu børnunum, sum hava ført við sær, at Robbie er blotnaður og í dag ein stórur jólafjeppari, hvat okkara Temapláta frá '19 jú eisini er tekin um. Tvey ár seinni kom hin kendi maðurin í Take That, Gary Barlow, eisini við sínari jólaútgávu, men meðan Robbie Williamsa jólaverk var plettskot á UK Albums Chart, rakk tað hjá Barlow Top 5. Robbie Williams fór burtur úr Take That í 1995, men bólkurin hevur verið saman onkuntíð síðan tá.
Tempapláta í Plátubarrini tann 21. desember 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.