- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Agent Provocateur var líkasum tann seinasta av teimum heilt stóru seljarunum hjá Foreigner, tó útgávan eftir hesa, 'Inside Information' frá '87 var hampiliga vælumtókt. Balladan, 'I Want to Know What Love Is', er at meta sum yvirhøvur best umtókta lagið hjá bretskt-amerikanska bólkinum, Foreigner.
Hesin táttur varð settur saman í samband við 40 ára dagin fyri albumið 7.12.24. Einaferð fyrr hevur dentur verið lagdur á Agent Provocateur. Í 2015, tá albumið varð lagt undir luppin fyrstu ferð, vórðu ikki øll løgini á plátuni spæld; hvørki 'Reaction to Action' ella 'Tooth and Nail'. Men í hesum jubileumssambandi verða øll tey tíggju temaløgini at hoyra.
Hóast verkið aftur hesaferð verður lýst sum meira popput enn onnur Foreigner verk, er talan so sanniliga eisini um eina rokkplátu.
Plátubarrin 7 .12.24

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











