- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Temapláta í Plátubarrini er 'Purple Rain' frá 1984, ið var tann sætta í røðini av útgávum hjá sangaranum og gittaristinum, Prince. Samanumtikið í 2024 er hon eisini hansara nógv mest keypta pláta, men tað er ikki alt. Talan er nevniliga um eina ta best umtóktu útgávuna í rútmiskum tónleiki yvirhøvur. Hon lyfti idolið Prince til eitt slag av 80'ára eyðkenni. Haraftrat er Purple Rain ein filmpláta, men í hesum tema-tátti verða tað fyrst og fremst Prince og tónleikin, ið vit umrøða og spæla. Fyri fyrstu ferð varð hansara backingbólkur nevndur á húsanum, The Revolution, og fleiri vóru eisini saman um at skrivað lagið, 'Computer Blue'; Prince, John L. Nelson, Wendy & Lisa og Dr. Fink. Hini átta løgini á Purple Rain skrivaði Prince einsamallur, og hann framleiddi eisini verkið.
Plátubarrin 14. des. 2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.