Plátubarrin

TEMAPLÁTAN: 'Metallica', Metallica 1991 - tann óskerda netútgávan
27-12-2024
Talan er um størsta Metallica rokkvarðan, ið vanliga verður kallaður 'svarta albumið'. 'Enter Sandman' og 'Nothing Else Matters' eru kendastu løgini. Øll 12 løgini eru við.

Tískil er henda net-útgávan uml. 25 minuttir longri enn tað, ið sent varð í Plátubarrini og fer at verða endursent í útvarpinum. Vit uppliva eitt heavy metal trash orkestur, sum framdi broytingar, ið høvdu við sær eina útgávu, sum er millum tær yvirhøvur mest keyptu.


Metallica er heavy metal, tungmálmur, tó meira trashut enn til dømis Black Sabbath. Og sjálvt um vit hesa Temaløtuna eru 'innløgd' saman við tveimum riffutum og hálvskitnum, fuss-knýttum, elektriskum gittarum, er útgávan nógv reinari heavy metal enn undanfarnu útgávur, ið mest vóru trash metal. Men teir mundu heldur ikki komið á mál við upptøkuni, tí framleiðarin, Bob Rock, vildi nakað annað enn teir sjálvir - í øllum førum partvíst, og teir broyttu eisini meining, tá gongd var komin á. Trummusláarin, Lars Ulrich, hevur sagt, at teir um tað mundið kendu á sær, at teir framvegis høvdu ta bestu plátuna í sær. Og plátan streyk eisini beinleiðis inn á fyrstaplássið á hittlistunum í tíggju londum.


Plátubarrin 28.12.24

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Útgávan hevur tann kendasta Judas Priest sangin, Breaking The Law, og hon er kanska kendast av øllum Priest útgávum, men er ikki tann mest selda.
10-01-2026
Kendastu løgini eru Eternal Flame og In Your Room. Hetta var triðja og seinasta úgávan, áðrenn bólkurin gavst at spæla. Tær komu saman aftur í 1998.
03-01-2026
Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025
Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025