- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Smokie er framvegis virkin bólkur, men her í 2024 er ongin eftir frá sjeytiáramanningini. Teir, sum í 1978 spældu og sungu við í studio, tá Montreaux albumið varð tikið upp, vóru: Chris Norman, forsangari, rútmugittaristur og tangentspælari, Alan Silson, gittaristur á el- og kassagittar og hann syngur lead á 'You Took Me By Surprise', Terry Uttley, bassgittaristur, og Pete Spencer, trummusláari og saxofonistur, og Spencer er eisini forsangari á lagnum 'Petesey's Song'.
Umframt bólkalimirnir fáa tveir aðrir harrar, Mike Chapman og Nicky Chinn, stóra umrøðu í samband við henda Temaplátutátt, tí teir skrivaðu fleiri av kendastu løgunum á plátuni, umframt at Mike Chapman framleiddi verkið - og tí at teir tá í '78 høvdu verið Smokie viðspælarar í nøkur ár.
Plátubarrin 26.12.2024

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











