- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Allar tær tríggjar fyrstu album-útgávurnar hjá a-ha rukku til eitt 2.pláss á bretska popplistanum fyri heildarútgávur. Fyri sítt 15.pláss í USA stendur henda fyrsta enn sum besta albumavrikið hjá a-ha í Amerika. Men teir megnaðu kortini fyrstaplássið vestan hav við einari av singleplátunum frá 'Hunting High and Low', nevniliga 'Take On Me'.
Stílurin er new wave, ið er tað sama sum poppur, men tað er eisini synthpoppur-synthrokkur, syntetisku fýrsáraljóðini eftir enskum máti merkja upptøkurnar nógv. Her er ongin ivi um tíðarskeiðið.
Enski tónleikarin og framleiðarin, John Ratcliff, fekk eyga á a-ha og vildi fegin føra bólkin fram í tí stóra. Hann presenteraði teir tríggjar fyri sínum egna managara, londonaranum Terry Slater og tá avtornaði vóru báðir umboðsmenn fyri a-ha; Ratcliff fyri tí tekniska og tónleikaliga partinum, meðani Slater tók sær av umsitingini og sambandinum við høvuðsskrivstovuna hjá Warner Brothers í Los Angeles. Teir báðir stovnaðu í tí sambandi undirfelagið TJ Management. Haraftrat var tað Alan Tarney, sum legði upptøkurnar av 'Take On Me' lagnum til rættis.
Plátubarrin 4. januar 2025

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.