- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Størstu hittini eru 'All That She Wants' og 'The Sign', tí amerikanarar keyptu hesi stakløg sera nógv. Seinni vóru 'Lucky Love' og 'Beautiful Life' frá aðrari útgávu eisini hitt vestan hav og tey verða spæld sum eykaløg í hesum tátti.
Happy Nation er á listanum yvir hundrað tær mest seldu tónleikaútgávurnar yvirhøvur. Onkustaðni stendur, at hon er seld í 21 milliónum eintøkum, aðrastaðni stendur 23 milliónir seld eintøk. Men tá er amerikanska versjónin av verkinum, The Sign, ikki tikin við. Og sum eg dugi at síggja á yvirlitinum yvir platin, tað er ein markørur fyri eitt ávíst, stórt tal av seldum eintøkum, hava US-búgvar og kanadiubúgvar keypt The Sign einar 10 milliónir ferðir. Útgávan var eisini nummar eitt í USA. Í Bretlandi hevði fyrra útgávan av Happy Nation megnað eitt 21.pláss á albumlistanum fyrr á árinum í 1993, men tá so Happy Nation (U.S. Version) varð givin út í september við sínum hitt-eykaløgum, streyk eisini henda útgávan av aktuella heildarverkinum upp á fyrstaplássið á UK Albums Chart.
Plátubarrin 1. februar 2025

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











