- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Plátubarrin 8. februar 2025: Samrøða við Starlight manningina og frumspæling av nýggja sangi bólksins, sum er teirra fyrsta útgáva nakrantíð, hóast bólkurin varð stovnaður í 1979. Virksemið hevur tó verið lítið seinastu nógvu árini. Heitið á sanginum er "Knáir gamlir menn" og talan er um popprokk við góðari og klárari ljóðmynd, sum Jóhan Martin Jacobsen hevur skrivað og Tutl gevur út. Støðið er tikið í teimum sjálvur, nú teir eru farnir um miðjan aldur. Tað er eisini stuttligt at eldast og lívið kann sum onki gerast enn stuttligari enn tá ein sum ungur gekk upp í hvørja pirru. Mangan verður ein eisini dugnaligari við árunum.
Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað, og Starlight manningin hevur sjálv arrangerað. Prátað verður við sangararnar, Jákup Hansen og Fimmboða Lisberg, og gittaristin og lagskrivaran, Jóhan Martin Jacobsen. Talan er um fyrra avrikið av fyribils tveimum Starlight sangum, sum eru gjørdir lidnir. Hin seinni verður sleptur á marknaðin um nakrar vikur.
Manningin:
Jákup Hansen
Fimmboði Lisberg
Jóhan Martin Jacobsen
Kári Lisberg
Sámal Samuelsen
