Plátubarrin

Starlight frumlagið er ein rokkari í náttini
08-02-2025
Tað tók sína tíð at geva nakað út hjá suðuroyarbólkinum, Starlight, sum var eitt vælumtókt popporkestur fyrr. Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað.

Plátubarrin 8. februar 2025: Samrøða við Starlight manningina og frumspæling av nýggja sangi bólksins, sum er teirra fyrsta útgáva nakrantíð, hóast bólkurin varð stovnaður í 1979. Virksemið hevur tó verið lítið seinastu nógvu árini. Heitið á sanginum er "Knáir gamlir menn" og talan er um popprokk við góðari og klárari ljóðmynd, sum Jóhan Martin Jacobsen hevur skrivað og Tutl gevur út. Støðið er tikið í teimum sjálvur, nú teir eru farnir um miðjan aldur. Tað er eisini stuttligt at eldast og lívið kann sum onki gerast enn stuttligari enn tá ein sum ungur gekk upp í hvørja pirru. Mangan verður ein eisini dugnaligari við árunum.

Niclas Johannesen og Óli Poulsen hava framleitt og miksað, og Starlight manningin hevur sjálv arrangerað. Prátað verður við sangararnar, Jákup Hansen og Fimmboða Lisberg, og gittaristin og lagskrivaran, Jóhan Martin Jacobsen. Talan er um fyrra avrikið av fyribils tveimum Starlight sangum, sum eru gjørdir lidnir. Hin seinni verður sleptur á marknaðin um nakrar vikur.

Manningin:
Jákup Hansen
Fimmboði Lisberg
Jóhan Martin Jacobsen
Kári Lisberg
Sámal Samuelsen
 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Fimm Hjarnar tónleikarar vitjaðu Plátubarrina gamlaárskvøld ´'25, har verturin hevði gjørt ein playlista frá øllum Hjarnar tónleikaskeiðnum, og teir greiddu vælhýrdir frá.
31-12-2025
..ið merkir, at tað krevst meira enn eitt til at fáa tað besta burturúr. Við hesum í huga er TYRIL nú eisini komin við aðru útgávu síni, 'Sparkling Glows', ið man hava munin.
27-12-2025
Temaplátan var yvirhøvur mest keypta bretska útgávan í nítiárunum. Í Bretlandi vann hon 14 ferðir platin. Í heimshøpi er hon í 2025 tølum seld í fleiri enn 20 mill. eintøkum.
20-12-2025
Talan var um fimta Rainbow heildarverkið og sangarin, Joe Lynne Turner, var nýggjur í bólkinum. Fyrsta DTC staklagið, 'I Surrender', rakk til triðjaplássið á UK Singles Chart.
13-12-2025
'Bohemian Rhapsody', 'Love of My Life', '39, 'You're My Best Friend' eru klassikarar, sum vit spæla framvegis. Útgávan er ongantíð gloymd, nýggju ættarliðini fegnast eisini.
29-11-2025
Trummusláarin í Hjarnar, Hans Black, vitjaði Plátbarrina tann 22. november '25 og við sær hevði hann eina upptøku av lagi frá seinasta kvøldinum har Hjarnar kallaði seg Sunny.
29-11-2025
Albumið varð nógv keypt, hóast talan var um eitt tónleikaligt klútateppi við ólidnum tilfari og endurblandi, sum Brian May og Roger Taylor settu saman og snikkaðu til.
08-11-2025
Í oktober '25 varð ein tann størsti norðurlendski rokkvarðin fimti ár. Útvørpini spæla framvegis 'Gas 5' hjá Gasolin', harav Kvinde Min og Rabalderstræde eru tvey av løgunum.
02-11-2025
'Money for Nothing', 'Walk of Life', ja, seks av løgunum vóru størri ella minni hitt, ið førdu hesa útgávu fram á heimsins popplistar, og um søludiskin í plátuhandlunum.
04-05-2025
Útgávan er nr. 13 á yvirlitinum yvir mest keyptu Elton John pláturnar, tá eru savnsútgávur íroknaðar
26-04-2025
Hetta heildarverkið er nummar ellivu á yvirlitinum yvir albumsølu hjá ABBA. Tó skal viðmerkjast, at av ellivu teimum fyrstu útgávunum eru seks teirra hitt-savnsplátur.
19-04-2025
'Jagged Little Pill' var plettskot á albumlistunum í 13 londum.
14-04-2025