- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Í hesum Temaplátutátti hoyra vit um amerikanska bólkin Heart og spæla løg frá 1985-útgávuni, Heart, ið sum tann fyrsta hjá bólkinum varð givin út í samstarvi við Capitol Records plátufelagið. Talan var um eitt come back, ið vildi nakað, tí hetta sjálvheitisalbum var tað fyrsta og einasta plettskotið hjá Heart á US Billlboard 200. Harafturat inniheldur albumið fyrstu Heart singleplátu-a-síðuna, sum tey fingu fult fyri á US Billboard Hot 100 popplistanum fyri stakløg.
Fyrsta januar 2019 hevði Heart útgivið tilsamans 16 album við upprunatilfari, umframt konsert- og savnsútgávur, og sølan sigur góð 35 milliónir eintøk, harav fleiri enn 22 milliónir eru seld í USA.
Plátubarrin 8.2.2025

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.