- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

'The Greatest Love of All', 'How Will I Know', og 'Saving All My Love For You' eru sangir frá hesi útgávu hjá Whitney, sum fravegis eru at hoyra. Heildarverkið 'Whitney Houston' setti sølumet fyri eina frumútgávu í einstaklingahøpi. Talan er um soul-popp.
Whitney Houston var amerikanari av afrikanskum og niðurlendskum uppruna, sum í 1963 varð fødd inn í eitt gospel- og soulsangumhvørvi í New Jersey. Mamman, Cissy, sang bæði gospel og annað, tað gjørdi systkinabarnið, Dionne Warwick, eisini, og stóri soulsangarin Aretha Franklin hevur sterk vinarbond við Houston familjuna. Whitney kallaði Arethu fyri tantu. Í baptista- og hvítusunnusamkomum menti hon sín sang og longu sum 11 ára gomul var hon solistur í einum junior gospelkóri.
Og tað gekk skjótt hjá Whitney Houston, eisini hvat poppverðini viðvíkur. Her eigur at vera lagt afturat, at mamma hennara, Cissy Houston, sang í náttklubbum og longu sum genta undir lágaldur slapp Whitney við mammuni út í náttarlívið....og enntá av og á á pallin at syngja okkurt lag. Sum 14 ára gomul sang hon bakrøddir á einari útgávu hjá Michael Sager Band og sum 15 ára gomul sang hon kór á 'I'm Every Woman' hjá Chaka Khan. Sjálvt um tað tók sína tíð at fáa gjørt tað fyrstu LP-plátuna, kunnu vit siga, at harfrá var leyst og liðugt. Eisini hevði ein fotografur fingið eygað á ta vøkru Whitney og stutt seinni prýddi hon alla forsíðuna á ungdómsblaðnum 'Seventeen'.
Plátubarrin 15. februar 2025

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.











