Plátubarrin

TEMAPLÁTAN 50: 'Ritchie Blackmore's Rainbow', 1975
22-02-2025
'Man on the Silver Mountain' og 'The Temple of the King' eru stóru rokkklassikararnir frá hesum fyrsta verki Blackmore's uttan Deep Purple.

Henda fyrsta Rainbow-plátan verður framvegis spæld í føroyskum útvarpi, harav 'Temple of the King' og 'Man on the Silver Mountain' eru mest at hoyra. Ritchie Blackmore skrivaði mesta tónleikin og Ronnie James Dio skrivaði flestu tekstirnar. Tvey tøkuløg eru á plátuni.

Gittaristurin Ritchie Blackmore var farin úr Deep Purple og fyrsta ætlanin var at innspæla ein singleplátu sum solistur. A-síðan skuldi vera ein endurinnspæling av Black Sheep Of The Family, ið enska trioin Quartermass átti. Sum B-síðu ætlaði hann Sixteenth Century Greensleeves, ið var nýkomponerað lag. Henda studiospæling skuldi fara fram í Florida saman við sangaranum og trummusláaranum í amerikanska rokkbluesorkestrinum ELF, Ronnie James Dio og Gary Driscoll. Eisini var fyrrverandi E.L.O.-sellospælarin, Hugh McDowell, við á studioliðnum. Men stutt seinni broytti Ritchie Blackmore útgávuætlanina frá einari singleplátu til eina heila Long Playing. Hann fekk teir eftirverandi limirnar í ELF at koma uppí dansin eisini; tangentspælaran Micky Lee Soule, og bassistin Craig Gruber, og upptøkan var flutt úr USA til Musicland Studios í Múnsjen, Týsklandi. Tann 4..august í 1975 var fyrsta Rainbow-plátan tøk í handlunum. Hon hevði fingið heitið 'Ritchie Blakcmore's Rainbow'.

Umframt góðan rokktónleik og stóra sølu kom tað burturúr, at heimurin hevði fingið ein nýggjan rokksangara av fyrstu skuffu, Ronnie James Dio. Tá hann sum 67 ára gamal doyði í 2010, hevði hann selt 47 millónir album eintøk - bæði sum bólkalimur og solistur. Í Rainbow var hann við á teimum trimum fyrstu studioplátunum, umframt konsertplátuni On Stage (og øðrum konsertplátum, ið givnar vórðu út seinni), og síðani skiltust hann og Blackmore.

Hóast nógvir lurtarar halda Rainbow Rising frá 1976 vera veruliga sveinastykkið hjá hesum bólki Blackmores, helt Ronnie James Dio sjálvur frum- og Temaplátuna, Ritche Blackmore's Rainbow, vera ta bestu. Í 2025 fer hon um hálva øld í aldri og tað er eisini hana, sum vit leggja dent á í hesi sending.

Spæliskráin:
1..Still I'm Sad
2..Self Portrait
3..Catch the rainbow
4..Sixteenth Cetury Greensleeves
5..Snake Charmer
6..The Temple of The King
7..Man on the Silver Mountain
8..If you don't like rock and roll
9..Black Sheep of the Family

Plátubarrin 22.2.25

 

Plátubarrin

Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.

Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.

Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.

Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.

Tann best umtókta útgávan hjá svenska rokkbólkinum, Europe. Kend løg eru heitislagið, sum er 'The Final Countdown', 'Rock the Night' og 'Carrie'.
09-05-2026
Fyrsta og best umtókta solistútgávan hjá Agnethu Fältskog á enskum máli. Mike Chapman var framleiðari.
02-05-2026
Talan er um eina av mætastu rokkútgávunum í áttatiárunum. Best umtókta lagið, Livin' On a Prayer, er millum heimsins best laðaðu rokkvarðar.
25-04-2026
Tann best umtókta Thomas Helmig útgávan við løgum sum 'Det er mig der står herude og banker på' og 'Nu hvor du har brændt mig af'. Eisini er eitt Gasolin' tøkulag tikið við.
18-04-2026
Poppur, R&B, soul og disco eru stílirnir á hesari best umtóktu LP-útgávu hennara. Løgini Upside Down, I'm Coming Out, og My Old Piano eru poppklassikarar, sum vit enn spæla.
11-04-2026
Talan er um ta seinastu UH útgávuna við David Byron á forsangi. 'One Way or Another', 'Weep in Silence', og 'Misty Eyes' er mest spældu løgini.
04-04-2026
Starlight gav í fjør tvey løg út og í ár er ætlanin at útgeva enn fleiri. Tann fyrsta av hesum 2026 útgávum er rokkballadan Dreymaland, sum Niclas Johannesen hevur framleitt.
28-03-2026
Frumplátan hjá diskobólkinum Boney M. við løgum sum 'Daddy Cool' og 'Sunny', og føroyska hittinum 'No Woman No Cry'.
21-03-2026
'Here I Go Again' og 'Crying in the Rain'. Vit hoyra hasi bæði hittini og eisini hini løgini á plátuni. Ein av tónleikarunum, Bernie Marsden, greiðir KVF frá einum av løgunum.
14-03-2026
Onkuntíð heldur tú teg vera í tónleikaheiminum hjá Abba, aðrar løtur á ferð við Chess. Soleiðis er henda Temapláta hjá Gemini. Kendasta lagið er 'Another You, Another Me'.
07-03-2026
Tann triðja og eisini best umtókta heildarútgávan, sum John Fogerty hevur givið út sum einstaklingur. Kendastu løgini eru 'The Old Man Down the Road' og 'Rock and Roll Girls'.
28-02-2026
Into The Gap var ein av stórsøluplátunum í 80'unum, harav kendasta lagið er 'Hold Me Now'. Í hesum sambandi hoyra vit eisini onnur TT løg, so talan er um heildarsending.
21-02-2026