- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Temaplátan í Plátubarrini er við stakløgunum frá Jagged Little Pill, umframt okkurt albumlag og trý eykaløg frá øðrum útgávum, ið hava til endamáls at lýsa Alanis Morissette í eitt sindur breiðari merking, enn bara frá Temaplátuni. Fleiri Temaplátutættir við henni verða neyvan gjørdir.
"Jagged Little Pill" er tað triðja studióalbumið hjá kanadiskt-amerikansku songkvinnuni, Alanis Morissette, og tað varð útgivið tann 13. juni í 1995. Víða um verður verkið mett sum ein tann best lagaði tónleikavarðin í 1990-unum og ein markapeli í alternativum rokki og kvinnuligari styrki. Albumið fevnir um eina blanding av alternativum rokki, post-grunge og popp-rokki, við sera persónligum og 'bart út' tekstum.
Fyri 'Jagged Little Pill' vórðu Alanis Morissette og hennara fólk í 1999 heiðraði á amerikansku Grammy Awards handanini við fimm tónleikavirðislønum, harav 'Ársins pláta' og Ársins rokk album' vóru tvær av teimum. Her í 2025 er talið á útgávueindum omanfyri 33 milliónir eintøk, ið er frammanfyri so klassiskar plátur sum Elton John verkið 'Goodbye Yellow Brick Road' og '21' hjá Adele, eisini sjálvheitisplátan 'Metallica', og 'Dangerous' hjá Michael Jackson eru aftanfyri Jagged Little Pill í sølutølum.
Plátubarrin 12. apríl 2025
