- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátubarrin

Eftir grandprixsigurin við Waterloo tíðliga í apríl 1974 og stóru undirtøkuna og umrøðuna í tess kjalarvørri, dalaði undirtøkan aftur. ABBA visti ikki rættiliga, hvussu framhaldið fór at vera, ella um eitt framhald var gjørligt. Í november fóru teir fýra svenskararnir á konsertferð í Europa, men úrslitið livdi ikki upp til væntaninar, tí flestu konsertirnar vóru ikki útseldar.
Um sama mundið seint í 1974 royndu tey seg í Bretlandi við singleplátuni 'So Long', og aftur um summarið 1975 við aðrari nýggjari singleplátu, 'I do I do I do I do I do', men sama skilið, BBC Radio 1 hevði ikki hug at spæla hesi løg og tað sást aftur á hittlistanum. Men tá LP-sjálvheitisplátan Abba varð send á bretska og aðrar marknaðir saman við einari singleplátu seint í 1975, raknaðu bretar og onnur við, og ferð kom á karrieruna hjá ABBAfólkunum. Nú var tað ikki longur 'Another Town, Another Train' í ørkymlan. Skýggini vóru rýmd.
AllMusic dátustovnurin segði plátuna og bólkin bilsna, tí ongantíð fyrr var tað hent, at ein poppbólkur úr einum landi við øðrum tungumáli enn enskum hevði gjørt ein so stóran vørr á heimsmarknaðinum. Í samband við endurútgávu í 2012 skrivaði BBC, at tað var eitt sindur løgið, at hetta var plátan, ið gav ABBA tað stóra gjøgnumbrotið, tí hon vevjist í ymsum ymiskum sjangrum við onkrum hitti mitt í.
Plátubarrin 19. apríl 2025

Plátubarrin
Plátubarrin er ein undirhaldssending við tónleiki í vetrarskrá Kringvarpsins. Sendingin er eisini interaktivt útvarp, og senditíðin er leygarkvøld frá klokkan 20:00 til klokkan 2:00.
Hvør sending byrjar við eini hugleiðing, ið byggir á eygleiðing av menniskjans atferð. Síðani verður Vertsins løta send til klokkan 20:45, tá tátturin Temaplátan fer frá, eins og annað tema er á skránni stutt fyri miðnátt.
Nærum tveir triðingar av Plátubarrini eru við lurtaraynskjum, ið sendast kunnu til nummar 224000, ella sum telduboð til facebooksíðuna, Plátubarrin.
Verturin, Jákup Magnussen, byrjaði at gera tónleikasendingar fyri Útvarp Føroya í 1982, og varð útbúgvin journalistur í 1993. Plátubarrin varð ljóðsett tann 16. februar í 2013.