- Tíðindi, mentan og ítróttur
Plátupanelið

Jólafriðurin er í ár órógvaður av valstríði, nú løgtingsval verður hósdagin 8. desember.
Tónleikur og politikkur hava altíð gingið hond í hond.
Griski heimspekingurin Plato skrivaði, at um tónleikurin broyttist, so broyttis grundleggjandi lógirnar undir statinum eisini. Tí skuldi tónleikur verið bannaður, helt Plato.
Í Plátupanelinum hesaferð er evnið politiskar ella protest plátur og sangir
Í Plátupanelinum hesaferð eru Eiler Sørensen, Knút Háberg Eysturstein og Fróði Løkságarð.
Plátupanelið verður sent beinleiðis í útvarpinum fyrsta leygardag í hvørjum mánaði.

Plátupanelið
Fyrsta leygardag í hvørjum mánaði í vetrarskránni hittist Plátupanelið til tveir tímar langa beinleiðis sending millum kokkan 14 og 16, har ymiskt evni verða viðgjørd.
Plátupanelið er víðkað tónleikanørdarí, sum hevur til endamál at varpa ljós á tónleik, og at fara í dýpdina við tónleikinum.
Plátupanelið er hvørjaferð mannað við verti og trimum fólkum, sum hava ein stóran áhuga og stóra vitan um tónleik.











